Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju
Menn hava smíðað bátar á Strondum síðani fyrst í 1800-talinum og heilt fram til 1960-árini.
Mett verður at einir 12-14 bátar tilsamans eru bygdir á Bátasmiðjuni - fýra ella fimm 20-tonsarar og restin 15-tonsarar.
Í 1994 keypir Anders Andersen Stranda Bátasmiðju og fer hann við synum sínum og versoni undir at byggja virksemi upp aftur har, sum Nósi í sínari tíð varð sjósettur.
Skjótt lýsa lyktirnar aftur niðri á Bátasmiðjuni, sum nú eitur smápartafelagið Andersens Beding.
Teir arbeiða við bygging og umvæling av skipum og bátum upp til 80 tons.