Álítandi tænasta til sjóvinnuna í yvir 20 ár

Síðan 1994 hevur Andersens Beding veitt tænastur til sjóvinnuna. Talan er serliga um uppháling og umvælingar av smærri og størri bátum. Bedingin klárar at taka bátar upp til 7m breidd og áleið 120 tons.

Í 2001 gjørdist bedingin einaumboð av Nanni Diesel motorum í Føroyum og í 2005 einaumboð av Motul motorolju.