Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju

Menn hava smíðað bátar á Strondum síðani fyrst í 1800-talinum og heilt fram til 1960-árini.

Mett verður at einir 12-14 bátar tilsamans eru bygdir á Bátasmiðjuni - fýra ella fimm 20-tonsarar og restin 15-tonsarar.

Í 1994 keypir Anders Andersen Stranda Bátasmiðju og fer hann við synum sínum og versoni undir at byggja virksemi upp aftur har, sum Nósi í sínari tíð varð sjósettur.

Skjótt lýsa lyktirnar aftur niðri á Bátasmiðjuni, sum nú eitur smápartafelagið Andersens Beding.

Teir arbeiða við bygging og umvæling av skipum og bátum upp til 80 tons.

Nósi eitur fyrsti 20-tonsarin, sum
fer av bakkastokk á Stranda Bátasmiðjui í 1967 

Kelda: Sjóvar kommuna